Til stóra tiltakið hjá FIFA, altjóða fótbóltssamgonguni, blivu millum annað ársins spælarar, ársins málverjar, ársins venjarar, ársins mál og ársins lið valt.
Hjá monnunum bleiv Robert Lewandowski úr Bayern Munchen valdur til ársins spælara. Ársins málverjari bleiv Manuel Neuer, eisini hjá Bayern Munchen, meðan venjari hjá Liverpool, Jurgen Klopp, fór avstað heitinum sum ársins venjari. Ársins mál skoraði Son Heung-min fyri Tottenham móti Burnley.
Móti endanum bleiv árisns lið eisini sett. Her eru tað spælarar hjá Liverpool og Bayern München, sum dominera liðið. Feløgini hava tríggjar og ein hálvan spælara í part. Thiago Alcantara hevur spælt við báðum í hesum tíðarskeiðnum, men helst eru tað avrikini fyri Bayern München, ið gera at hann er á liðnum.
Her er ársins lið hjá FIFA fyri 2020:
Málverji: Alisson Becker, Liverpool
Verja: Trent Alexander-Arnold, Liverpool - Virgil van Dijk, Liverpool - Sergio Ramos, Real Madrid - Alphonso Davies, Bayern München
Miðjan: Joshua Kimmich, Bayern München - Kevin De Bruyne, Manchester City - Thiago Alcantara, Bayern München/Liverpool
Álop: Lionel Messi, Barcelona - Robert Lewandowski, Bayern München - Cristiano Ronaldo, Juventus