FIFA avvísir Blatter og Platini

Tað sær einki út hjá Sepp Blatter og Michel Platini, sum royna at bjarga æruni í fótbóltsheiminum

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur avvíst kæruna frá Sepp Blatter og Michel Platini, sum í løtuni eru burturvístir frá øllum, ið hevur við fótbólt at gera í 90 dagar.

 

Michel Platini, ið enn ætlar at stilla upp til komandi FIFA forsetavalið, hevur boðað frá, at hann nú fer at royna málið í ítróttardómstólinum ”court of arbitration for sport” – stytt CAS.

 

Avvísta kæran ger møguleikarnar hjá Michel Platini enn verri at vinna sær forsetasessin í FIFA. Í ringasta føri kunnu Sepp Blatter og Michel Platini verða burturvístir frá fótbólti upp í heili sjey ár.

 

Málið snýr seg um, at Michel Platini fekk nakað yvir 10 milliónir krónur frá Sepp Blatter. Teir báðir standa við, at talan er um løn fyri arbeiði, ið fraklendingurin skal hava gjørt fyri Sepp Blatter.

 

Ongin sáttmáli finst millum partarnar, og tað hevur eisin vakt ans, at peningurin er fluttur stutt undan, at Sepp Blatter bleiv afturvaldur sum FIFA forseti í 2011.

 

Í løtuni eru fimm mans í uppskoti til FIFA forsetavalið. Teir eru Gianni Infantino, Sheikh Salman, Prince Ali bin al-Hussein, Jérôme Champagne og Tokyo Sexwale.