Hósdagin 25. septembur kemur FIFA15 á marknaðin. Sum vanligt er nógvur spenningur um hesa útgávuna av klassiska fótbóltsspælinum, og teir munnu vera nógvir, sum sita spentir og bíða eftir at fáa hendur á eitt eintak av spælinum.
Eins og undanfarin ár, verður nógv gjørt burtur úr útgávuni. Í Føroyum hava handlar midnáttaropið og geva eisini kundunum møguleika at bíleggja sítt eintak, fyri at tryggja sær, at teir fáa fatur á tí, tá handlarnir opna.
Fríggjadagin verður FIFA-kapping á torginum í SMS, har møguleiki verður, at vinna góðar vinningar. Finalan í kappingini verður leygardagin 27. septembur. Men sum sagt, spælið verður útgivið hósmorgunin, so lítið tíð er at venja seg við nýggja spælið, áðrenn kappingin byrjar. Hvussu nógvir dreingir, unglingar og ungir menn munnu hava vøkunátt og fyrireika seg til kappingina?