Liðið hjá Jónasi G. Djurhuus, Janusi Dam Djurhuus, Boga Hansen og Leivi Mortensen, FIF hevur havt eina tunga byrjan upp á kappingarárið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í teimum fyrstu fimm dystunum eydnaðist tað bert FIF at fáa tvey stig.
Í dag bragdaði tó hjá føroyingaliðnum á Frederiksberg í Keypmannahavn. Á útivølli móti Rækker Mølle, ið hevði fýra stig undan dystinum eydnaðist tað FIF at vinna 31-27 á heimaliðnum. Í steðginum var FIF á odda 16-14.
Bogi og Leivur skutu trý mál hvør, og Jónas skoraði tvey mál.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ hava framvegis fult stigatal aftaná seks dystir. Ígjár vann HØJ ein harðvunnan 34-33 sigur á Midtjyllandi frammanfyri 1.145 áskoðarum í Herning. Í steðginum var Midtjylland á odda 18-15, men Pauli, Hans Lindberg og hinir hjá HØJ knógvaðu sigurin. Simen Schønningsen skoraði sigursmálið tá bert 10 sekund vóru eftir av dystinum.
Støðan:
| Nr. | Lið | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | HØJ | 6 | 12 |
| 2 | Skive | 6 | 10 |
| 3 | Lemvig-Thyborøn | 6 | 8 |
| 4 | Team Sydhavsøerne | 6 | 8 |
| 5 | Tønder | 6 | 6 |
| 6 | Aarhus HC | 5 | 6 |
| 7 | HC Midtjylland | 6 | 6 |
| 8 | HC Odense | 6 | 6 |
| 9 | Norddjurs | 5 | 4 |
| 10 | FIF | 6 | 4 |
| 11 | Rækker Mølle | 6 | 4 |
| 12 | Odder | 6 | 4 |
| 13 | Roskilde | 6 | 2 |
| 14 | Faaborg | 6 | 2 |










