Føroyingauppgerð var í Aarhus í dag í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken tóku móti Leivi Mortensen, Jónasi G. Djurhuus, Janusi Dam Djurhuus og liðfeløgunum í FIF.
FIF vann ein greiðan 41-35 sigur. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Í steðginum var støðan javnleikur 21-21.
Niklas skoraði trý mál fyri Skovbakken, meðan Leivur saman við Mads Vejby og Asbjørn Poulsen gjørdist toppskjútti hjá FIF. Teir tríggir skutu seks mál hvør. Jónas skoraði fimm mál fyri FIF.
Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC vunnu á heimavølli 24-23 á Rækker Mølle. Sigursmálið var skotið heilt móti dystarenda. Markus Rahbek skoraði sigursmálið upp á brotskast tá bert 10 sekund vóru eftir av dystinum. Í steðginum var Aarhus á odda 15-11.
Teis skoraði tvey mál og Peter skoraði eitt mál.
Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu á heimavølli 24-26 fyri Tønder. Í fyrra hálvleiki lá betri fyri hjá liðnum hjá Paula, ið var á odda 11-9 í steðginum.
Pauli skoraði eitt mál.
Støðan (soccerstand.com) :
##med2##