Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin var móti Køge.
Tá hálvurannar minuttur var eftir av dystinum var støðan javnleikur 25-25, men við tveimum málum seinastu løtuna eydnaðist tað FIF at vinna dystin 27-25.
Í steðginum var FIF á odda 14-13. Leivur skoraði trý mál fyri FIF í kvøld.
Jónas G. Djurhuus og Janus Dam Djurhuus vóru ikki við í hópinum hjá FIF í kvøld.
Við á liðnum hjá Køge var Julian J. Kragesteen. Julian skoraði eitt mál.
FIF er nummar átta í deildini við 16 stigum fyri 18 dystir.
Leygardagin 3. februar tekur FIF móti Midtjyllandi á heimavølli.











