Fiesta bestseljari í Evropa

Nýggi Ford Fiesta er tann mest seldi Fiesta nakrantíð, síðan fyrsti Fiesta kom á marknaðin fyri meira enn 30 árum síðan. Upp á nýggju mánaðir eru 250.000 Fiesta seldir í Evropa. Eingin Fiesta hevur verið í námind av hesum tølum upp á so stutta tíð.

Bara í mars vórðu næstan 53.000 Fiesta seldir í Evropa. Hetta hevði við sær at Fiesta bleiv mest seldi bilur í Evropa, verður sagt frá bretska analysustovninum JATO Dynamics.

Ford Fiesta er ein sonevndur heimsbilur, sum verður gjørdur í Køln í Týsklandi, Valencia í Spania og Nanking í Kina. Fyri at nøkta stóra eftirspurningin skulu Fiesta eisini framleiðast í Thailandi og Mexico í 2010.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum