Fidel er ikki deyður

Fyri fyrstu ferð í seks mánaðir hevur kubanska sjónvarpið víst myndir av Fidel Castro

Fyrrverandi kubanski leiðarin Fidel Castro hevur ikki verið á sjónvarpsskíggjanum, síðani hann hitti brasilska forsetan, Luiz Inacio Lula da Silva, tá hesin var á vitjan í Kuba í januar. Alment hevur Castro ikki verið frammi, síðani hann bleiv sjúkur fyri skjótt tveimum árum síðani, og tí hava fleiri gitt, hvar hann mundi vera, og um hann kanska var deyðsjúkur.

Men nú hevur kubanska sjónvarpið manað allar gitingar í jørðina. Sjónvarpið vísti í gjár myndir av Castro saman við bróðurinum og eftirmanninum Raul Castro og venesuelska forsetanum, Hugo Chavez.

Eygleiðarar siga, at tann 82 ára gamli Fidel tóktist vera væl fyri likamliga og í góðum hýri.

Fidel Castro fór frá í februar eftir at hava verið kubanskur leiðari í næstan 50 ár. Bróðurin Raul tók við.