Fidel Castro er deyður

Fyrrverandi cubanski forsetin var 90 ár, nú hann andaðist

Fyrrverandi cubanski forsetin Fidel Castro er deyður. Tað skriva altjóða tíðindastovur í morgun. Keldan er cubanskt sjónvarp, sum hevur tíðindini frá cubanska forsetanum Raul Castro. Fidel Castro doyði fríggjakvøldið klokkan hálvgum ellivu lokala tíð.

 

Fidel Castro var 90 ár, nú hann legði árarnar inn. Í 1959 var hann oddamaður fyri tjóðskaparligu kollveltingini, sum broytti caribiska oyggjalandið til kommunistiskt einaræði.

 

 

Í 46 ár var Fidel Castro cubanskur forseti, uttan at hann nakrantíð var fólkavaldur. Seinnu árini var Fidel Castro plágaður av sjúku, og í 2008 læt hann forsetaembætið til lítla beiggjan Raul Castro.

 

Í apríl í ár var Fidel Castro síðstu ferð at síggja í cubanskum sjónvarpi, har hann vardi kommunistisku hugsjónina.