Stilo er ein størri og rúmligari bilur enn forgangararnir. Í báðum útgávunum er talan um rúmligar 5 persónabilar, har tey ferðandi á baksetrinum hava møguleika er at stilla setrini bæði aftur og fram og at stilla stólaryggin. Stóra aksulfrástøðan ger sítt til at so gott beinpláss er aftan og framman.
Góður kvalitetur innan
Kabinan er merkt av at nógv er gjørt burturúr kvalitetinum, t.d. á setrunum og instrumentborðinum. Man situr høgt í bilinum, ið hevur gott pláss uppeftir, í stíl við bilar sum Peugeot 307. Baksetrið kann flytast 16 cm aftur og fram. Viðførisrúmið er 370 litrar, tá setrið er heilt frammi.
Active, Dynamic og Abarth
Stilo fæst í trimum úgávum hvat útgerð viðvíkur: Active, Dynamic og Abarth. Allar útgávurnar hava nógva trygdarútgerð, so sum 6 airbags, ABS bremsuskipan við t.d "traction controll" og bremsuassistenti, antispinn, og ESP stabilitetsskipan sum standard. Umframt ta vanligu útgerðina fæst Stilo eisini við t.d Xenon forlyktum, el-setrum og regnsensorum.
Lættur at stýra
Koyrieginleikarnir eru heilt í topp. Við at trýsta á ein knøtt á instrumentborðinum kunnu stýrieginleikarnir broytast soleiðis at bilurin verður lættari at stýra. Hetta er sera væl egnað til býkoyring, við tað at bilurin verður lættur at parkera har sum trongt og lítið pláss er. Stilo fæst við hesum bensinmotorum: 1.6 litur við 103 hk, 1.8 litur við 133 hk og 2.4 litur við 170 hk sum bert fæst í Abarth útgávuni. Í nærmastu framtíð verða eisini 1.9 litur JTD dieselmotorar við ávíkavist 80 og 115 hk á skránni.
Fiat Stilo 1,6 Dynamic 5/h
Motorurin1.6 litur 16V bensin 103 hk
0-100 km/t10,9 sek.
Bensinnýtsla13,5 km/l
Dekkstødd195/65-15
Stødd og vekt
Longd425 cm
Breidd176 cm
Hædd153 cm
Eginvekt1200 kg
Viðførisrúm370 litrar
Prísurkr.186.600
SøluumboðBilfríðkan
Smiðjugerði
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300 / 217300
www.bilfridkan.fo