Fiat Stilo kemur í november

Ein nýggjur Fiat er á veg. Talan er um Fiat Stilo, ið verður gjørdur í tveimum ymiskum útgávum við 3 og 5 hurðum, sum hava framkomna tøknifrøði og trygd á høgum støði til felags


 

Magnus Gunnarsson

??????????????????



Fiat Stilo verður sera framkomin. Tá man nærkast bilinum við einum korti, í stødd við eitt kreditkort í lummanum, kunnu hurðarnar latast automatiskt upp og man kann seta seg inn, starta bilin og koyra avstað uttan at taka kortið fram. Eisini kemur bilurin at hava automatiskan fartpilot, sum heldur ferðini, ið hann verður settur til, samstundis sum hann hevur rætta frástøðu til bilin, sum koyrir frammanfyri, eins og hann hevur regnsensorar. Hetta er bert nakað av tí, vit kunna vænta, tá Stilo kemur á marknaðin í november.

Kvalitetur og trygd

Umframt at vera tøknifrøðiliga framkomin, er kvalitetur og trygd lyklaorðini í nýggja Stilo. Bilurin kemur at hava 8 airbag og VDC (Vehicle Dynamic Control), sum hjálpir bilføraranum at sleppa undan at glíða eftir liðini. ABS bremsur við elektroniskari deiling av bremsukraftini, og antispinn (ASR). Stilo kann eisini leverast við Xenon forlyktum.

3 og 5 hurðar

Stilo verður ein rúmligur bilur. Útgávan við 5 hurðum er størri og er meira ein familjubilur, meðan tann við 3 hurðum verður meira sportsligur. Fýra bensinmotorar og tveir common-rail turbodiesel motorar verða at velja ímillum. Stilo kemur at avloysa Fiat Brava og Bravo.

Kelda: Fiat Automobiler Danmark A/S