Panda verður framvegis ein praktiskur býbilur við betri plássi í kabinuni og viðførisrúminum. Nýggi Panda kemur at fáast við ymiskum bensin- og dieselmotorum sum t.d. turbo bensinmotorinum við 85 hk, sum er kosin árins bilmotorur 2011, og TwinAir-motorin við tveimum sylindarum og 65 hk. Panda kemur eisini við 75 hk turbo dieselmotori. Eftir ætlan kemur nýggi Fiat Panda á marknaðin í mars 2012.