Gamli Fiat Panda bleiv seldur í nógvum milliónum eindum, og eftir hvussu hesin nýggi Panda sær út, verður hann ikki ein minni "succes". Sum vit síggja á myndunum, er talan um ein lítlan praktiskan familubil, sum samstundis er væl egnaður til býkoyring. Bilurin er væl innrættaður og plássið væl útnyttað, bæði hvat persónum og viðføri viðvíkur. Baksetrið kann flytast, soleiðis at viðførisrúmið kann broytast frá 205 til 230 litrar. Hetta ávirkar sjálvandi plássið hjá teimum ferðandi á baksetrinum. Rygglenið kann eisini stillast í tríggjar ymiskar støður.
Panda er ein nútímans og framkomin bilur í allar mátar. Í fyrstu atløgu fæst hann bert við 1,2 litur bensinmotori við 60 hk. Komandi ár fæst hann eisini við 1,3 litur MultiJet turbodiesel motori við 70 hk. Tá kemur hann eisini at fáast við Duallogic girkassa við automatiskari kobling sum eykaútgerð.
Á torginum í SMS
Panda er ein tryggur bilur við t.d. seks airbag, framman, í síðunum og windowairbag. Avbrótari er til høgra airbag framman. Kabinan er uppbygd sum eitt trygdarbúr. ABS bremsuskipan við EBD eru standard og EPS skipan fæst sum eykaútgerð, tá fæst hann eisini við ARS (antispinn) MSR (antiblokeringsskipan við niðurgiring) og HBA (bremsuassisent við katastrofuuppbremsing). Ein brandtrygdarskipan syrgir fyri at hurðarnar ikki eru læstar, og ljósið í kabinuni tendrar, um okkurt skuldi verið áfatt.
Standard útgerðin í Panda er t.d. fløguspælari, el-síðurútar framman, fjarstýrt sentrallás, elektrisk servostýrng, hæddarstilling av ratti og førarasetri. Sum eykaútgerð fæst t.d. Skydome glas-skjótitak, tveir eyka airbag, og aircondition.
Fiat Panda verður sýndur fram á torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin í hesi vikuni, tann 19. og 20. september.
Fiat Panda 1,2 Dynamic
Motorurin1,2 litur 4 syl. bensin við 60 hk
0-100 km/t 14,0 sek
Bensinnýtsla17,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd155/80-13
Stødd og vekt
Longd354,0 cm
Breidd158,0 cm
Hædd154,0 cm
Eginvekt860 kg
Viðførisrúm206-230 litrar
Prísurkr. 119.600,-
SøluumboðBilfríðkan
Smiðjugerði
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300
www.bilfridkan.fo