Fiat hevur eisini fíggjarlig áhugamál í øðrum ídnaðarfyritøkum í Italiu. Ein heilt stutt lýsing av Italiu kann ljóða nakað soleiðis:
Landið er býtt upp millum Fiat og Pávastatin eftir tekning hjá Leonardo da Vinci og prýtt av Michelangelo.
Fiat bilarnir hava sett sín dám á italsku gøtumyndina. Viðhvørt hevur Fiat havt úti við 70% av marknaðinum. Nú í summar verður Fiat fyritøkan 100 ár, og í hesum sambandi er Fiat umboðsmaðurin, Ludvík Petersen, saman við konuni, Sólbjørg, boðin við í føðingardag.
Tá avdúkar verksmiðjan ein nýggjan Fiat Punto við nýggjum Fiat búmerki.









