Fiat-fjepparar vitjaðu Føroya Ellisakfør

Hóskvøldið 8. juni vitjaðu donsku Fiat-fjeppararnir frá Fiat Mini Klub Sjælland hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond og í gamla vatnbrunninum við Gráastein, har nógv ellisakfør standa


Tað eru ivaleyst mong sum minnast at Fiat-bilar í 70- og 80-unum koyrdu við merkjum við áskriftini  Jeg er Fiat-fan, hva´ fan er du..  Hetta var í eini tíð, tá Fiat var eitt av mest seldu bilmerkjum í Føroyum.
 
Hóskvøldið vitjaðu donsku Fiat-fjeppararnir frá Fiat Mini Klub Sjælland hjá Føroya Ellisakførum. Í hesum sambandi fekk felagið eitt slíkt Fiat-fan skelti sum gávu frá Fiat Mini Klub Sjælland. Tey  vitjaðu í felagshølunum vviri við Strond og í gamla vatnbrunninum við Gráastein, har nógv ellisakfør standa.
 
Ferðalagið upp á 14 fólk, hava ferðaðst kring landið við teimum sjey gomlu Fiat-bilunum. Tey vitjaðu í Suðuroy, Sandoy, Eysturoy, Norðoyggjum og í Vágum.
 
Tey eru sera væl nøgd við túrin í Føroyum. Smáu Fiat-bilarnir vaktu stóran ans, allastaðni har tey komu, og tey komu í samband við nógv fólk.
 
Bilarnir fóru av landinum við Norrønu fríggjamorgunin og tey flestu í ferðalagnum fara við flogfari leygardagin.