Fiat Dublò til 7 persónar

Fiat eru komnir á marknaðin við einum nýggjum Doblò, sum er ein rúmligur og praktiskur 7-persónabilur við dragihurðum á báðum síðum.

Dobló kann eisini nýtast sum ein 5-persónabilur við sera stórum viðførisrúmi. Við at taka tey aftastu setrini úr bilinum verður viðførisrúmið heilar 800 litrar. Bilurin er væl útgjørdur við nógvum innbygdum trygdarskipanum.


Fiat Doblò fæst í útgávunum Family við 95 hk bensinmotori og Family Pack við 90 hk MJT dieselmotori. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Nordcar við Velbastaðvegin. Prísur úr 189.000.