Fiat gjørdist ein av heimsins størstu bilkonsernum. So gott sum øll bilmerkini í Italia hoyra í dag til Fiat Group. Umframt Fiat eru tað Ferrari, Maserati, Lancia, Iveco, Abarth og Alfa Romeo.
Umframt tað samstarva Fiat við nógvar bilverksmiðjur kring um í heiminum um t.d. motorar, teknologi og felags bilmodell.










