Í Íslandi anda tey lættan um, at teirra meistaralið, FH ikki snávaði ímóti Víkingi. Íslendsku miðlarnir gera einki burturúr finska dómaranum, sum semja er millum fólk annars, ið sóu dystin dømdi út av lagi illa.
Íslendska Morgunblaðið hevur samrøðu við høvuðsvenjarin hjá FH, Heimir Guðjónsson, sum hevur nógv gott at bera Víkingi: - Eg vil rósa Víkingi. Talan er um eitt væl skipað og gott lið, og avrikini í Evropa prógva eisini tað. Leikararnir er grótharðir, og teir leggja alt í avrikið á vøllinum. Tað er ikki lætt at vinna á einum slíkum liði, sigur Heimir Guðjónsson um Víking.
Um dystin sigur Heimir Guðjónsson, at hann visti, at Víkingur fór at liggja langt afturi á vøllinum, og vardu sítt mál eins og teir gjørdu í Íslandi í farnu viku. Víkingur hevði jú eitt 0-0 úrslit, sum teir kundu brúka. Heimir Guðjónsson greiðir frá, at tað kravdist tolnið frá hansara leikarum at útinna arbeiðssetningin, og teir í FH eru sera fegnir um, at tað eydnaðist teimum at vinna uppgerðina á Tórsvølli.
Aftaná dystin fór Heimir Guðjónsson, og allur hópurin hjá FH á vitjan hjá foreldrunum hjá Gunnari Nielsen uppi í Álvastíggi, har teir skuldu eta eina máltíð saman við foreldrunum hjá Gunnari.