Mansliðið í hondbólti hjá íslendska FH og russiska liðið, Sankta Pætursborg hava fyrr í dag avgreitt eina søguliga brotskastskapping.
FH mátti snøgt ferðast allan vegin úr Íslandi til Russlands bara fyri at kappast í einari brotskastskapping fyri at fáa staðfest hvat av hesum báðum liðunum skal kappast í triðja umfarinum í EHF-cup.
Tað ótrúliga hendi, at FH vann 32-27 á heimavølli, og Sankta Pætursborg vann 32-27 á heimavølli, so tað var púra javnt millum liðini 59-59, og líka nógv mál á útivølli 27-27.
Tað var aftaná seinna dystin í Sankta Pætursborg, at liðini eftir reglunum skuldu farið í holt við brotskastskappingina beinavegin aftaná vanligu leiktíðina.
Tað høvdu dómararnir fullkomuliga yvirsæð og teir sendu liðini út á vøllin at spæla 2 x 5 minuttir í longdari leiktíð. FH vann tá samlað, men Sankta Pætursborg sendi eina kæru inn til evropeiska hondbóltssambandið, sum tók avgerð um, at FH mátti flúgva allan vegin aftur til Russlands fyri at taka lut í einari brotskastskapping, sum nú er søgulig. Hetta var sera ørkymlandi fyri FH, men evropeiska hondbóltssambandið bant seg til at rinda kostnaðin fyri alla ferðina hjá íslendska liðnum til Sankta Pætursborg.
FH vann fyrr í dag søguligu brotskastkappingina 4-3, og hevur sostatt vunnið seg víðari til triðja umfarið í EHF-cup. Fagnaðurin var ovurhondsstórur hjá hafnfirðingum, sum ikki høvdu gjørt longu ferðina til Russlands til onga nyttu.
Á hesari facebook-leinkjuni sæst tann søguliga brotskastskappingin í Sankta Pætursborg:
https://www.facebook.com/EuropeanHandballFederation/videos/1882389742074519/