Tað eru nakrar vikur síðani føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen gjørdist klárur aftur aftaná heldur drúgvan skaða, men enn hevur hann ikki vart málið hjá FH í íslendsku pepsideildini aftur.
20 ára gamli Daði Arnarson vardi málið hjá FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum ígjárakvøldi. FH vann heimadystin 1-0 á Akranesi. Steven Lennon skoraði sigursmálið tá fáir minuttir vóru eftir at leika av dystinum.
Daði Arnarsson hevur vart málið hjá FH seinastu níggju dystirnar.
Talan var um týðandi sigur sum fekk FH upp á fjórða plássið í harða stríðnum at røkka endastøðunum í pepsideildini sum geva rætt til at leika evropeiskan fótbólt komandi ár.
Kappingarneytarnir hjá Gunnari Nielsen á landsliðnum, Teitur Matras Gestsson hjá HB og Kristian Joensen hjá KÍ hava hinvegin nógva dystarvenjing seinastu vikurnar aftaná mongu dystirnar hjá KÍ og HB í Evropa í summar.
Komandi dystur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum er EM-undankappingardysturin móti Svøríki á Tórsvølli 5. september.
Komandi sunnudag møtast Valur og FH í Reykjavík, og so mugu vit vóna, at talan verður um eina føroyingauppgerð í hesum dystinum, har Gunnar Nielsen verjir málið hjá FH og Kaj Leo í Bartalsstovu byrjar inni fyri Val.
Støðan
1 | KR | 15 dystir | 11 | 3 | 1 | 34:16 | 36 stig |
2 | Breiðablik | 14 | 7 | 2 | 5 | 25:18 | 23 |
3 | ÍA | 15 | 6 | 4 | 5 | 20:17 | 22 |
4 | FH | 15 | 6 | 4 | 5 | 19:21 | 22 |
5 | Stjarnan | 14 | 5 | 6 | 3 | 22:19 | 21 |
6 | HK | 15 | 6 | 3 | 6 | 19:17 | 21 |
7 | Valur | 14 | 6 | 2 | 6 | 25:21 | 20 |
8 | Fylkir | 14 | 5 | 4 | 5 | 23:25 | 19 |
9 | Grindavík | 15 | 3 | 8 | 4 | 12:16 | 17 |
10 | Víkingur R. | 14 | 3 | 7 | 4 | 21:23 | 16 |
11 | KA | 14 | 5 | 1 | 8 | 19:22 | 16 |
12 | ÍBV | 15 | 1 | 2 | 12 | 11:35 | 5 |