FH umhugsar Sonna Ragnar

Íslendska meistarafelagið hevur ikki tikið avgerð, um teir gera sáttmála við Sonna Ragnar

Okkurt bendir á, at íslendska meistarafelagið, FH, vil hava føroyska landsliðsmiðverjan, Sonna Ragnar Nattestad, knýttan at hópinum. Felagið hevur longu Gunnar Nielsen í hópinum.

 

Les eisini:Sonni Ragnar í Íslandi

 

Sonni Ragnar Nattestad, sum ikki hevur havt nakað felag síðani farna summar, var fyri kortum og spældi ein venjingardyst fyri FH í Íslandi. Nú umhugsar FH at knýta føroyska landsliðsspælaran afturat hópinum.

 

- Vit hava ikki tikið eina endaliga avgerð viðvíkjandi Sonna Ragnar. Vit avvísa tað ikki, men beint nú eru vit ikki í samráðingum, sigur Guðlaugur Baldursson, hjálparvenjari hjá FH við fótbolti.net.

 

Tað ljóðar somuleiðis, at tað eru fleiri feløg um boðið. Talan er sum skilst um útlendsk feløg. Fleiri føroysk feløg hava spurt seg fyri hjá miðverjanum, men enn er málið at spæla við útlendskum felagi.