FH tapti í evstu løtu

Gunnar Nielsen vardi málið og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 20 minuttir á vøllinum í 0-1 tapi á heimavølli

 

 

 

Fyri løtu síðani var dysturin millum FH og KR á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum liðugur. Dysturin sá leingi út at enda við javnleiki 0-0. Kennie Chopart hjá KR gjørdist dagsins hetja hjá útiliðnum, tá hann í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið til 1-0.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, og hann hevði eina framúr góða bjarging, tá danski framherjin hjá KR, Jeppe Hansen hevði eina góða roynd á málið hjá FH í 69. minutti. Tað var tó ikki nógv Gunnar Nielsen kundi gera, tá Kennie Chopart skoraði sigursmálið fyri KR.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu kom á vøllin fyri Jérémy Serwy tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum. Hetta er fyrsti heimadysturin hjá Kaj Leo í Bartalsstovu fyri FH í íslendsku pepsideildini.

 

Komandi mánakvøld leikar FH oddadyst ímóti Fjølnir á útivølli. FH er enn oddalið, ikki minst tí Stjarnan spældi javnleik 1-1 ímóti Þrótti í kvøld. Hevði Stjarnan vunnið tann dystin, so hevði Stjarnan verið oddalið nú.

 

Støðan í pepsideildini aftaná 14 av 22 umførum eru avgreidd er sera spennandi : 

 

1FH14      4 2     20:9  28
2Stjarnan143  327:1727
3Fjölnir148430:1626
4Breiðablik147  2517:1223
5Víkingur Reykjavík1463520:1621
6Valur1454523:1819
7KR1454515:1419
8ÍA1461717:2519
9Víkingur Ólafsvík1453617:2218
10ÍBV1452713:1617
11Fylkir1424814:2410
12Þróttur Reykjavík14221011:358