Dreymurin hjá Gunnari Nielsen, Brandi H. Olsen og Jákupi Thomsen at møta Atalanta úr italsku Seriu A í næsta undanumfarinum í Europa League kappingini er brostin.
FH hevði eitt gott útgangstøðið ímóti ísraelska liðnum, Hapoel Haifa aftaná javnleik 1-1 niðri í Ísrael.
FH var tað betra liðið fyrstu løtuna. Tá 16 minuttir vóru farnir av dystinum hevði Brandur H. Olsen ein risamøguleika at leggja FH á odda, men málverjin hjá Hapoel Haifa bjargaði hegnisliga. Brandur kom eisini til aðrar málmøguleikar.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Hapoel Haifa sigursmálið. Spælararnir hjá FH meintu, at talan var um rangstøðu, men dómarin góðkendi málið, og so var mótbrekka hjá FH.
Jákup Thomsen kom á vøllin seinastu løtuna, men heldur ikki hann megnaði at venda dystinum. Gunnar Nielsen hevði onkra góða bjarging í dystinum, sambært Morgunblaðnum.
FH hevði samlað fleiri málmøguleikar enn Hapoel Haifa, men teir tóku tíverri ikki av møguleikunum, og taptu samlað 1-2 ímóti Hapoel Haifa.










