Brandur Hendriksson var ein av fimm spælarum, sum vóru í byrjunaruppstillingini hjá FH í 1-1-javnleikinum ímóti Hapoel Haifa í síðstu viku, men vórðu spardir til byrjunaruppstillingina í landskappingardystinum á heimavølli ímóti Fjølni í kvøld.
Hinvegin vóru hinir báðir føroyingarnir, Gunnar Nielsen og Jákup Thomsen, við frá byrjan. Jákup Thomsen var eisini við í upplegginum, sum legði FH á odda 1-0 longu í allarfyrsta minutti. Tað var Robbie Crawford, ið skoraði málið.
Hetta skuldi vísa seg at vera einasta málið í dystinum, og FH vann harvið dystin 1-0. Jákup Thomsen varð útskiftur í hálvleikssteðginum, meðan Brandur Hendriksson fekk seinastu góðu 20 minuttirnar á vøllinum.
Við sigrinum í kvøld hevur FH 22 stig. Teir eru nummar fimm, sjey stig aftanfyri oddaliðið, Val.