Sambært SEV letur ætlanin sig ikki gera - hvørki tekniskt ella økonomiskt.
Hetta samsvarar illa við tað, sum eg lærdi í Menntaskólanum í Reykjavík fyri gott 30 árum síðani.
Í okkara lærubók (1) í fysikk bleiv elverkið í Ffestiniog í Wales brúkt sum dømi um, hvussu elorka verður "goymd". Hetta við at teir pumpa vatn 300 m niðan í eina byrging, tá elforbrúkið er lágt. Tá elnýtslan veksur, verða turbinurnar settar í gongd. Kapaciteturin er 360MW.
Elverkið í Ffestiniog bleiv tíkið í brúk í 1963, og meir kann lesast á www.fhc.co.uk/ffestiniog.htm
Tað er tí ikki rætt, tá ið SEV pástendur, at tað ikki ber til tekniskt.
Á nevndu heimasíðu er ein linkur til eitt annað verk - Dinorwig (www.fhc.co.uk/dinorwig.htm), sum koyrir eftir sama princippi.
Tað bleiv liðugt í 1984, og er 1.320 MW.
Hevði verkið í Ffestiniog ikki verið eitt "bæredygtigt projekt", hevði Dinorwig neyvan verið bygt.
Tað er tí heldur ikki rætt, tá SEV pástendur, at tað ikki ber til økonomiskt.
(1) Physics,concepts and models, eftir Wenham o.a., útgivin 1972, ISBN: 0201086085