Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, vónar ikki, at arbeiðarafeløgini fara at skipa fyri boykotti av føroyskum landingum uttanlands - Vit taka fult undir við, at tey, sum skapa virðini í vinnuni og lyftu samfelagið upp úr aftur kreppuni í nítiárunum, kunnu liva undir sømiligum korum. Reallønin hjá tímaløntum er ikki økt seinastu árini, og tí skilja vit væl, at arbeiðarafjøldin nú vil hava meira í lønarposan. Vit fara tó ikki at góðtaka, at útlendskar havnir verða boykottaðar fyri føroyskum landingum, men samstundis fara vit at heita á skipsmanningar um ikki at taka vørur heim við sær, um verkfall verður, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Í løtuni er ógjørligt at siga, hvussu verður við trætuni á privata arbeiðsmarknaðinum, men er eingin loysn fingin á midnátt í kvøld, og samráðingarnar millum partarnar tá eru slitnaðar, hava vit antin verkfall ella verkbann.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at sjálvandi verður tað meira stríð hjá fiskimonnum at sleppa av við fiskin, um vit fáa eitt verkfall, men hetta er ein støða, sum fiskimenn noyðast at liva við, so leingi sáttmálaloysi er.
- Neyðugt verður hjá manningunum at sigla av landinum við fiskinum, túrarnir verða longri, og ivasamt er, hvussu hetta fer at loysa seg, um nógvur fiskur kemur á marknaðin í senn.
Jan Højgaard vísir á, at áður hava føroysku arbeiðarafeløgini tosað um at boykottað útlendskar havnir fyri føroyskum landingum, men slík stig vónar hann kortini kki, at feløgini í einum møguligum verkfalli fara at taka.
- Eg fari inniliga at heita á allar skipsmanningar um ikki at taka vørur heim við sær til Føroya úr útlandinum, tí slíkt kann geva orsøk til boykott.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum væntar ikki, at feløgini hjá arbeiðarum á landi og fiskimonnum á sjónum fara at stríðast, nú tað ræður um at standa saman.
- Vegurin fram er samstarv millum feløgini, sum umboða arbeiðarastættina, og tí ivist eg onga løtu í, at vit fara at finna út av hesum í sátt og semju, sigur Jan Højgaard.