FF GIZA, sum er eitt spildurnýtt fótbóltsfelag, skipar í dag klokkan 16 fyri tiltaki í Pálsstovu, har eitt nú tveir flogferðaseðlar eru at vinna. Teir, sum hava stovnað FF GIZA, er oddamenninir, sum áður spældu fótbólt undir navninum NÍF, Nólsoyar Ítróttarfelag.
Longu nú - bert nakrar mánaðir eftir almennu upptøku felagsins - telir felagið einar 100 limir.
Teir, sum standa aftanfyri FF GIZA, siga, at felagið hevur fýra lið í 3. deild og er soleiðis longu vorðið eitt stórt felag innan vaksnamannafótbólt í Føroyum.
- Við tað, at vit eru eitt spildurnýtt felag, hava vit eisini brúk fyri peningi til ymisku útreiðslurnar, sum felagið hevur. Hetta er eitt nú til leikbúnar, amboð, dómarar, tilmelding og annað.
FF GIZA er tí longu farið undir at skipa eina røð av ymiskum kappingum, og longu í ár hevur felagið skipað fyri tveimum innandurakappingum og einari stuðulsrenning.
- Endamálið hjá okkum er, at vit skulu veksa, ár fyri ár. Eisini er umráðandi hjá okkum, at limirnir trívast í felagnum. Okkara eyðkenni skal vera samanhald og trivnaður, sigur felagið.
Í dag klokkan 16 skipar FF GIZA so fyri stórum bingo í Pálsstovu í Havn, har eitt nú tveir ferðaseðlar eru at vinna.









