- Tað er ikki óhugsandi, at vit næstu ferð, eitt slíkt stríð tekur seg upp, fara at leggja allan fiskiflotan, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum Sjey limir eru í stjórn Fiskimannafelagsins, og teir draga ikki eina línu í spurninginum um Carlton. Tað eru teir, sum halda, at FF eigur at koma til sættis við reiðaran um eina loysn ? og um neyðugt eina millumloysn. Men formaður felagsins stendur klettafast.
- Sáttmálin, sum sigur, at manningin eigur 27% av veiðivirðinum, skal haldast.
Jan Højgaard ásannar, at eingin loysn er í ljósmála, og tí liggur eisini alt í óvissu, hvør lagnan verður hjá hansara seks limum, sum vóru við skipinum.
Men órógvar gongdin ikki teir menn, sum høvdu hýru við Carlton?
- Jú, sjálvandi órógvar hetta. Tá tú býrt í einum sonevndum siviliseraðum samfelag, gerst tú sjálvandi ógvuliga skakkur, tá tín arbeiðsgevari háttar sær soleiðis.
Jan er vónbrotin av Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum, tí hesi feløg hava lýst, at teirra limir ikki skulu taka upp arbeiði, sum er rakt av mystringarbanni.
- Kortini eru bara navigatørar og maskinmenn umboð á skipinum, sum tískil gera tað arbeiði, ið okkara limir gjørdu.
Jan sigur, at málið við Carlton vísir, at tað kanska verður neyðugt hjá FF at taka heilt onnur stig eina aðru ferð, og kanska verður neyðugt tá at leggja allan flotan fyri at vinna á mál.
Hann vísir á, at felagið fer ikki at lurta eftir løgtinginum, um tað leggur seg út í eina slíka trætu.
- Tá fiskimenn onga rættartrygd hava, dugi eg ikki at síggja, hví okkara limir skulu lurta eftir lóggávuvaldinum, sum lóggevur ímóti okkum, sigur Jan Højgaard, felagsformaður.