FF biðir Olaf um umbering

- Vit harmast um, at Olaf Johansen er settur í ringt ljós millum manna. Vit vilja við hesum biða Olaf og hansara avvarðandi um umbering, sigur leiðslan í FF. Á heimasíðu Føroya Fiskimannafelags harmast nevnd og felagsfornaður nú um, at fyrrverandi skrivstovumaðurin, Olaf Johansen, er komin í ringt ljós eftir, at felagið fyrst gjørdi av at burturvísa honum - og síðan at siga hann úr starvi.

- Olaf Johansen gjørdi eitt gott arbeiði fyri felagið og hevði stóra vitan á sínum øki. Vit muga ásanna, at mannagongdin í samband við burturvísingina ikki var røtt og skuldi ikki verið so.

Leiðslan í felagnum sigur seg harmast um, at hetta hevur elvt til, at Olaf Johansen er settur í ringt ljós millum manna.

- Vit vilja við hesum biða Olaf og hansara avvarðandi um umbering fyri tað, tey hava verið ígjøgnum, og vit vilja takka honum fyri 35 ára starvstíð í Fiskimannafelagnum.

Nevndin sigur seg vóna, at øll skriving og kjak um hetta mál nú fær ein enda Fiskimannafelagnum at frama.

Fráboðanin er undirskrivað av nevndini í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, Fríðriki Sivertsen, Andriasi Berglíð, Karl Isaksen, Sámali Poulsen og Eyðuni Johannesen.