Feyk í vindi og gjørdi skaða

Tað var nógvur vindur í gjár, og tað vóru ikki øll, sum høvdu ansað nóg væl eftir

 

Tað var rættiliga nógvur vindur í gjár, og løgreglan fekk nakrar fráboðanir í tí sambandi.

Í summum førum var talan um, at fólk ikki høvdu verið nóg fyrivarin og eitt dømi um tað var, tá ið ein trampolin varð tikin av vindi beint eftir døgverða ígjár. Hon feyk á eitt drívhús og oyðilegði tað fullkomiliga.

Ein onnur trampolin fór eisini í vindinum í Hoyvík.

Seinnapartin varð ringt til løgregluna, at takplátur vóru leysar og í vanda fyri at fara á flog. Tað var í sambandi við nýbygging og løgreglan fekk fatur á teimum, sum stóðu fyri byggingini, so tey fingu bjarga støðuni.

Onkustaðni í Havn var so nógv vatn á vegnum, at mett var, at tað var til vanda fyri ferðsluna, men tað fekk sløkkiliðið boð um. Og á Villingardalsvegnum varð boðað frá áarlopi, sum tey eisini tóku sær av.

Í Kollafjarðadali varð ein persóngilur tikin av vindi, so førarin misti tamarhaldi á honum, so hann endaði í veitini. Bilurin fekk nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.

Álvarligasta hendingin var, tá ið ein lastbilur varð tikin av vindi á Kaldbaksfjarðarvegnum, beint norðan fyri Sund, men har var bilførarin heppin.

Les meiri um tað HER