Í sínum starvi sum leiðari á Norðoya Kunningarstovu var Christian Olsen sum tikin úr leiki. Christian var ein góður vinur hjá festivalinum, hann tók undir við hugskotinum frá fyrsta degi, og øll hesi trý árini, vit hava skipað fyri festivalinum, hevur hansara partur ikki ligið eftir.
Christian var blíður, positivur og skemtingarsamur. Og hann var fyriskipari og fólkakennari av Guds náði. Tað er serliga honum fyri at takka, at Summarfestivalurin í tøttum samstarvi við Norðoya Kunningarstovu, hevur lyft uppgávuna sum vertur at hýsa túsundtals fólki í summarhúsum, á tjaldøkum, við bátabrúgvarnar og á serstøkum húsvognarplássum. Tað er hugaligt at virka saman við fólki, sum altíð royna at velja góðu loysnina – vegin, sum førir frameftir – og tað gjørdi Christian sanniliga í samstarvinum við Summar Festivalin.
Vit fara at sakna Christian í fyrireikingini av Summar Festivalinum, og vit vilja gjarna sýna samkenslu við teimum, sum sakna hann mest – konuni, børnunum og familjuni annars.
Vit vilja takka Christian fyri ómissandi royndir, og tað framskygdni hann legði fyri dagin.
Vit kunnu vera takksom fyri ta dýrabæru vitan og ríku løtur, sum standa eftir ein mann sum orkaði, vildi og megnaði meira enn tey flestu.
Við hesum vilja við hesum lýsa frið yvir ein av okkara góðu vinum. Vit fara at minnast Christian við sorgblídni og eldhuga.
Summar Festivalurin