Festivalvanlukka kravt nógv mannalív

Í minsta lagi 36 fólk doyðu í ruðuleikanum, tá ótti kom á eina mannamúgvu við eina jarnbreytarstøð har norðuri í India í gjár.

Myndugleikarnir siga, at fólk, sum vóru á veg til ta átrúnaðarligu hátíðina Kumbh Mela, høvdu sett seg á eina girðing at bíða. Men alt í einum hoyknaði girðingin undan teimum, og alt endaði í ruðuleika.

Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 14 fólk vóru deyð, men seinni váttaðu myndugleikarnir, at minst 36 fólk høvdu latið lív.

Kumbh Mela, sum verður hildin í býnum Allahabad, verður mett sum heimsins størsti átrúnaðarligi festivalur. Umleið 1,2 millión fólk búgva í býnum, men tá festivalurin er, eru næstan 40 milliónir fólk har, skrivar AFP.