Festivalurin melur runt

Útreiðslurnar í ár vóru færri enn í fjør og inntøkurnar nakað tað sama, so ársins festivalur melur runt fíggjarliga og verður aftur næsta ár, lovar Jón Tyril, tónleikastjóri

Enn er øll tøl ikki løgd saman og alt talt upp. Jón Tyril torir tó at siga so mikið sum, at ársins útgáva av G! melur runt fíggjarliga.

- Vit høvdu ikki eins høgar útreiðslur í ár sum í fjør, samstundis sum inntøkurnar hava verið nakað tað sama, so tað melur runt hjá okkum, sigur hann. Tey trý høvuðsnøvninin Veronica Maggio, Tim Christensen og John Grant, komu ongantíð til landið, tí floglíkindini vóru so vánalig. Hvussu verður við útreiðslur av hesum er ikki greitt enn. Sambært tónleikastjóranum hava tey sáttmála við øll trý nøvnini, og so er tað ein spurningur um, hvussu tú tolkar henda sáttmálan.

- So her skulu vit til at forhandla, men eru ikki komin til tað enn, sigur Jón Tyril, sum ásannar, at tað er ógvuliga køvisligt, sum hann tekur til, at høvuðsnøvnini ikki komu.

- Tað er jú tað, vit hava marknaðarført okkum uppá og glett okkum til at hoyra. Men tá er tað hugaligt at síggja, at fólkið ikki rýmur heim, hóast høvuðsnøvnini ikki koma og veðrið er ringt.

Tónleikastjórin metir, at millum 5000 og 6000 fólk vitjaðu ársins útgávu av G!