- Festivalurin er altíð feitur

Árni Jóhannesson, forsangari í Punjab, svarar trimum spurningum um G!


Hvørjar konsertir ætlar tú tær til á G!?

Har eru nógvar konsertir at fara til. Eitt nú Phlake, ið nokk er størsta høvuðsnavnið, sum er á festivalinum í ár. Eisini ætli eg mær at lurta eftir Konni Kass, Leu Kampmann, Eivør, Sakaris og Jógvan. Har eru sera nógv góð føroysk nøvn.


Er nøkur konsert, sum tú gleðir teg serliga nógv til?

Eg gleði meg ómetaliga nógv til Konni Kass. Eg havi hoyrt hana onkuntíð fyrr, og mær dámar sera væl hennara tónleik. Hon hevur givið tvey stakløg út á Youtube, ið mær dámar sera væl, og eg gleði meg sera nógv at hoyra hesi løg á G! Hon hevur eisini tríggjar tónleikarar afturat sær, sum eisini eru mega feitir.


Hvat er títt besta G! minni?

Eg havi verið á G! nakrar ferðir eftirhondini. Tað er torført at taka eitt einstakt minni burturúr. G! Festivalurin er altíð feitur, har stemningurin altíð er góður.