Festivalur fyri norðurlendskar bókmentir

Um vikuskiftið verður skipað fyri einum norðurlendskum bókmentafestivali. Fleiri føroyingar luttaka í festivalinum

Um vikuskiftið verður festivalurin TXT.VILLE hildin. Talan er um ein norðurlendskan bókmentafestival, sum tekur støði í norðurlendskum tíðarritum og smáum forløgum. Festivalurin fer fram á Norður Atlants Bryggjuni í Keypmannahavn.

 

Sambært heimasíðuni hjá TXT.VILLE er skráin løgd í samstarv við persónar, ið eru virknir innan bókmentir í Føroyum, Grønlandi, Danmørk, Íslandi, Svøríki og Noregi. Endamálið hjá TXT.VILLE er at styrkja samrøðuna um bókmentir millum norðurlondini. Tískil kann festivalurin bjóða m.a workshops, lesibólkar, upplestur, tónleik og annað. 

 

Tey, ið umboða Føroyar á festivalinum eru: 

Sissal Kampmann - yrkjari og fyriskipari av TXT.VILLE

Kim Simonsen - yrkjari, kritikari og fyriskipari

Forlagið Eksil

Trygvi Danielsen - rithøvundur, yrkjari og tónleikari

Rasmus Borðoy - tónleikari

Vónbjørt Vang - yrkjari

 

Festivalurin byrjaði hósdagin, og heldur fram allan dagin.

 

Til ber at lesa meira um festivalin á heimasíðuni hjá TXT.VILLE: http://www.txtville.net