Festivalpallurin verður nú settur upp

Risastóri pallurin til Summar Festivalin verður nú settur upp. Á pallinum fara bólkar sum Alphabeat, Melanie C og Smokie at spæla Hósdagin byrjar Summar Festivalurin 2008, og fyrireikingarnar er nú upp á tað hægsta.

Í dag verður stóri pallurin á Vágsbøi settur upp. Pallurin er leigaður úr Danmark, og á hesum palli skulu stóru útlendsku nøvnini og føroyskir bólkar spæla.

Pallurin er 12 metrar høgur og 22 metrar breiður. Tónleikararnir, sum skulu spæla á pallinum, hava gott pláss at boltra sær á, tí gólvvíddin er 180 fermetrar.

Fyrsta konsertin á stóra pallinum á Vágsbøi verður hóskvøldið kl. 22.00, tá ið Smokie fer at spæla.