Í løtuni liggur Braquet nummar tólv í kappingini. Langt er upp á ovastu rókina, ið gevur bólkinum møguleika fyri at spæla framman fyri 15.000 fólkum og ivaleyst nógvum plátufeløgum, meðan seytjanda plássið, ið ikki gevur atgongd til festivalin, tykist dekan ov nær.
Kappingin verður avgjørd við atkvøðum á alnetsíðuni hjá festivalinum. Sum vanligt eru føroyingar trúgvir at stuðla sínum, og nógv atkvøddu fyri Braquet fyrstu tíðina, einu tíðina lá bólkurin á fjórða plássi.
Vilt tú atkvøða kanst tú melda teg til á síðuni, og síðan atkvøða. Heimasíðan eitur www.cornerstonefestival.com. 24 bólkar kappast um møguleikan fyri at spæla á stóra pallinum. Atkvøðast kann inntil 28. mei.