Festivalklæði í Reyða Krossi

Við jøvnum millumbilum skipar handilin hjá Reyða Krossi fyri serligum tiltøkum, og leygardagin verður eitt av hesum

Komandi leygardag 14. juli fara Ung í Reyða Krossi at skipa fyri einum tiltaki tey kalla »Festivalklæðir«. Har verða ullint pløgg , regnklæðir og annað, sum ofta er kærkomið, tá búleikast skal í tjaldi.
Leygardagin er handlinin opin frá klokkan 11–13.
Hesa og komandi vikurnar er evnið í handlinum »Leður og Retro«. Møguleiki er at ogna sær ein góðan leðurjakka ella –frakka. Eisini eru klæði og lutir, sum hava nøkur ár á baki, so har er nakað fyri tey, sum hava áhuga í eldri tíðum.
Handilin er opin týsdag til fríggjadag frá klokkan 13.30–17.30
Í hesum sambandi heitir Reyði Krossur eisini á tey, sum hava áhuga at gera ein mun í hjálpararbeiðinum.
Handilin hevur brúk fyri fólki, ein ella tveir seinnapartar um mánaðin. Tú skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera álítandi og fyrikomandi. Tit arbeiða altíð tvær/tvey saman.
Er áhugi fyri hesum, ber til at seta seg í samband við handlisleiðaran Gunnvør Joensen tlf. 287119.