Festivalfótbóltur seinnapartin

Tað verður roknað við nógvum áskoðarum, tá ið KÍ og Skála klokkan trý seinnapartin fara at spæla landskappingardyst í Klaksvík, har nógv fólk er samankomið í sambandi við Summarfestivalin.

KÍ roynir at renna undan niðurflytingar spøkilsinum. Í gjár varð staðfest, at Skála eigur stigið, sum teir vunnu í 1-1 dystinum í Gundadali ímóti B36.

Bæði í Klaksvík og á Skála eru miðvallarar burtur, meðan aðrir spælarar eru ivasamir. Hjá KÍ er Kristian á Lakjuni uttanlands, meðan Símun Joensen er ivasamur. Hann noyddist longu í 1. hálvleiki av vøllinum, tá ið KÍ týskvøldið spældi venjingardyst í Fuglafirði.

Nýggir spælarar í Klaksvík eru Denni Conteh úr Danmark og Ovi Nysted, sum eftir at hava verið í B36 higartil í ár aftur er í barndómsfelagnum.

Á Skála er Pætur Dam Jacobsen leikbannaður. Vongverjin Arnhold Berg, miðvallarin Alexandur Johansen og álopsspælarin Obele Okeke Onyebuchi eru allir ivasamir.

Eftir trilvandi byrjan fótaði Skála sær rættuliga, eftir at John Petersen hevði tikið um stýrisvølin.

Skála hevur ikki styrkt seg við nýggjum fólki í summar. John Petersen setti seg sjálvan á vøllin onkra ferðina undan summarsteðginum, og tað er væl hugsandi, at hann framvegis viðhvørt fer at geva sær sjálvum leiklut á vøllinum.

Rúni Gaardbo verður 23. maðurin á vøllinum í Klaksvík.