Eitt heimskent navn, eitt minni kent navn og tríggir bólkar, sum hava spælt í Føroyum, eru í uppskoti sum besti útlendski bólkur í 2006.
Beth Hart og Nephew hava bæði spælt á G-festivalinum í Gøtu, og teirra framførslur hava verið heilt góðar. Nephew tók øll við stormi fyri tveimum árum síðani, og hóast Beth Hart var rímiliga ókend sum navn, tá ið hon varð avdúkað sum festivalnavn hjá G!, so vaks hon seg stóra og sterka, og hon hevði eina frálíka framførslu í fjørsummar.
Nú eru bæði Nephew og Beth Hart í uppskoti sum besti útlendski bólkur til Planet Awards, og tað eru tey saman við einum triðja festivalbólki. Tað er Johnny DeLuxe úr Danmark, sum hóast nógv seinkaðir til Føroya høvdu ein sera góða framførslu á Summar Festivalinum í august.
Saman við hesum trimum nøvnunum, sum føroyingar hava kunnað upplivað á palli farnu tvey árini, eru ein bólkur úr USA og ein bólkur úr Australia eisini tilnevndir.
Tann kendi av teimum er Red Hot Chili Peppers, sum hava verið frammi í nógv ár, og sum í fjør komu rættiliga afturíaftur við útgávuni Stadium Arcadium. Serliga lagið Dani California hevur klárað seg væl – eisini í Føroyum.
Hin bólkurin er tann minst kendi í rúgvuni. Wolfmother er úr Australia, og teir fingu í fjør gjøgnumbrot við sínari fyrstu útgávu. Tónleikurin er rockur, sum hevur fingið sín íblástur úr sjeytiárunum og bólkum sum Black Sabbath og Led Zeppelin.
Besti útlendski bólkur
Beth Hartpla ub 1
Johnny DeLuxe pla ub 2
Nephewpla ub 3
Red Hot Chili Pepperspla ub 4
Wolfmotherpla ub 5
Send til tlf. nr. 1930