- Tað vísir seg, at gomlu stevnurnar eru køvdar av øllum hesum festivalunum - uttan, at eg skal siga nakað ringt um tey tiltøkini.
Tað sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, nú jóansøka verður næsta vikuskiftið.
- Tað harmar meg, at stór tónleikatiltøk vera løgd sama vikuskifti, sum jóansøkan er. Hetta merkja vit rættiliga sviðan av, leggur hann aftrat.
Tað verður Kristin Michelsen, sum fer at seta jóansøku á Tvøroyri í ár. Setanin verður fríggjakvøldið 26. juni klokkan 19.
Í ár eru annars liðin níti ár, síðan jóansøka fyrstu ferð varð hildin, og fyrsta stevnan varð hildin á Tvøroyri í 1925.
- Níti ár er long tíð, men langt fyri ta tíð vóru bóltfeløgini á Tvøroyri (TB/1892) og VB í Vági (VB/1905) stovnað.
Borgarstjórin heldur, at í sínari tíð vóru ítróttargreinarnar, sum kappast var um, serliga fótbóltur, kappróður og renning, og tey fyrstu árini vóru tað ivaleyst serliga suðuroyingar, sum kappaðust sínámillum.
Sum yngri róði Kristin Michelsen kapp í nøkur ár, og áhugin fyri kappróðri er stórur. Hann hevur stóran áhuga í teimum bátum, sum suðuroyingar manna, og hann tekur eisini eina hond í viðhvørt.
- Eg havi verið við til at hjálpt gentumanningini á 5-mannafarinum Firvaldi, og saman við øðrum fegnist eg um, at tað hevur gingið so væl hjá teimum, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu.