Tá ?við Múrin? fer av bakkastokki 18. juli 2009, verður - sambært fyriskiparunum - talan um størsta festivaløki í Føroyum nakrantíð Tá tíðindafundur var í morgun, høvdu fyriskipararnir ikki nakað endaligt festivaløki, men teir greiddu frá, at tað var størsta festivaløki í Føroyum, samstundis sum teir peikaðu á økini.
Portalurin hevur tikið sær frælsi at gera eina avmerking frá einum kortið frá www.kagi.fo.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum og einari meira nágreiniligari avmerking.
Á tjaldingarøkinum verður bæði pláss fyri familjum og yngri fólki.
Á høvuðspallinum koma millum onnur, Ace of Base á pall.
Í gykløkinum verður ein rúgva av undirhaldi fyri børn, umframt nakrar konsertir.