- Vit hava valt at gjørt hetta, tí tað skulu bæði fólk og viðføri við á eini slíkari ferð, og tá er munandi lættari at gera ferðina í einum, heldur enn við fleiri millumlendingum, sigur Gudmunur Djurhuus, ið er bæði maður og umboðsmaður hjá Evi.
- Vit hava tí í samstarvi við Fonn-flog og Atlantic Airways gjørt leiguferð, har vit flúgva til Aberdeen skírishósdag og koma aftur annan páskadag. Sjálvandi vóna vit, at hetta verður ein ferð, sum country-fjepparar taka til sín, so vit eisini hava føroyskar áhoyrarar til framførslurnar, men vit fara sjálvandi ikki at seta krøv til, hvat fólk gera á ferðini. Vilja tey bara til Aberdeen at shoppa, so skulu tey sjálvandi eisini sleppa tað, sigur Gudmundur.
Sjálvur festivalurin, sum Evi tá skal spæla á, verður í Thurso, sum liggur nakað norðanfyri Aberdeen.