Festiligt Ghetto Kvøld í kvøld

Í kvøld verður seinasta Ghetto Kvøldið á skránni, áðrenn Ghetto-toymið fer í summarfrí.

 

- Hetta verður eitt festiligt kvøld við livandi tónleiki, spennandi samrøðum og frískum yvirraskilskum, lova vertirnir.

Evnið í sendingini hesaferð er “tvørtur um landamørk”.

 

- Vit fara at hoyra um føroyingar, sum hava havt óhepnar upplivingar uttanlands, men vit venda eisini kikaranum og tosa við ein føroying, sum ikki slapp at flyta til Føroya við síni útlendsku konu, tí tað var so ringt at fáa upphaldsloyvi, siga vertirnir um sendingina, sum byrjar klokkan 20.00 føroyska tíð.

 

Umframt ymiskt prát og samrøður verður live-tónleikur eisini á skránni inni í Sumpen á Oyrasundskollegiium, har Ghetto Kvøld fer fram.

 

Til ber at lýða á í Sumpen á Oyrasundskollegiinum ella hoyra alt beinleiðis á Rás2 frá klokkan 20.00 til 22.00 føroyska tíð.