Feskir tónar frá Fróða í Keypmannahavn

Fróði Hansen, sum fyri stuttum kom við sínari fyrstu fløgu, hevur útgávukonsert í danska høvuðsstaðnum mikukvøldið. Við sær á konsertina hevur Fróði Hansen, ið sjálvur syngur og spælir gittar og munnharpu, fýra aðrar tónleikarar.

Sveinur Dam spælir el-gittar, Rúni Mortensen trummur, Anders Hellborn bass og Johannes Buhl Andresen keyboard.

 

Útgávukonsertin hjá Fróða Hansen, sum byrjar klokkan 21.00, verður í tiltikna Lades Kælder, har tað eisini er ókeypis atgongd mikukvøldið.