Fesk veljarakanning verður kunngjørd í kvøld

Gallup hevur seinastu dagarnar gjørt eina veljarakanning fyri Miðlahúsið, sum verður kunngjørd í Sosialinum í kvøld.

Hetta er onnur Gallup-veljarakanning, sum er gjørd síðani løgtingsvalið varð skrivað út. Tann fyrra varð kunngjørd í útvarpinum mánadagin.

Tann fyrra kanningin gav andstøðuni greiðan meiriluta – 18 tingsessir til andstøðuflokkarnar og 15 til samgonguflokkarnar.

Størstur var Fólkaflokkurin, sum fekk 24,1 prosent og 8 tingfólk.

Næstur Javnaðarflokkurin, sum fekk 21,1 og 7 tingfólk.

Sambandsflokkurin fekk 20,2 og eisini 7 tingfólk.

Tjóðveldið 18,2 og 6 tingfólk.

Sjálvstýri fekk 3,5 prosent og 1 tingsess.

Miðflokkurin 5 prosent og 2 tingfólk.

Framsókn 7,7 prosent og 2 tingfólk.

Nýggju flokkarnir fingu sambært kannigini onga umboðan á ting.

Kanningin, sum Gallup ger fyri Miðlahúsið, er tann fyrsta, sum er gjørd eftir at allir flokkarnir hava latið listarnir inn.