Fyrsti bilførarin fekk klipp, tá hann yvirhálaði við eina rundkoyring í Havn, har tað ikki er loyvt at yvirhála. Hetta brot á ferðslulógina kostaði hesum bilførara eitt klipp, ið verður skrivað í kriminalregistaraskipanina og goymt har í heili 3 ár. Nú kann løgreglan til eina og hvørja tíð finna fram persónar, ið hava framt eitt lógarbrot í ferðsluni.
Heilt erligt tit, er hetta tað vit vilja hava, at løgreglumenn liggja undir hvørjum steini og lúra eftir bilførarum, fyri ikki at koyra 3 billongdir aftanfyri næsta bil. Vit hava fingið eina so stramma og stirvna ferðslulóg, at hon gerst ein hóttan móti okkum øllum. Við hesi ferðslulógini, eru vit farin frá "náðini" og okkara egnu samvitskudøming og inn undir lógina og eirindaleysu døming hennara. Jú fleiri lógarbrotsmøguleikar eru í eini lóg, jú størri er møguleikin fyri órættvísari døming.
Sum frá líður, koma fleiri fólk, ið beinleiðis hava koyrikortið sum livibreyð, og fleiri fólk, ið hava tørv á at koyra langa leið til og frá arbeiði, at falla fyri klippimarkinum og missa koyrikortið og tískil eisini starvið.Ikki tí tey hava gjørt nøkur álvarslig brot á ferðslulógina, men tí at politikkarar í hesum valskeiðnum valdu enn einaferð at kopiera eina útlendska skipan, ið nýtir alla sína orku í at halda eyga við teimum mongu, ið ikki hava eina ætlan um at skaða onnur í ferðsluni, heldur enn teimum fáu, ið beinleiðis leggja líka í um onnur verða skadd ella missa lívið.
Besta vernd og fyribyrgjan er at geva tí ábyrgd, ið skal vísa ábyrgd.
Eg sum valevnið hjá Miðflokkinum takið ikki undir við hesari ørvitsskipan, og vil virka fyri, at ikki hampafólk gerast lógbrótatar, missa arbeiðið og í síðsta enda gerast almannaklientar.
Eg farið tí at gerða alt fyri, at vit ikki blíva við at kopiera lógir, men gerða okkara egnu lógir, sum vit kunna liva við her á landi.
Set tí krossin við lista H