Í summar verður ein framsýning við meira enn 40 Ferrari sportbilum í Tivoli.
Tað verður alt meira vanligt við framsýningum av serligum bilum í Tivoli.
Herfyri var ein framsýning við Morgan bilum har, og 9. august verður ein framsýning við meira enn 40 Ferrari sportbilum í Tivoli.
Talan verður um eina framsýning við bæði nýggjum og gomlum Ferrari, heilt frá 1947, tá Enzo Ferrari gjørdi sín fyrsta Ferrari.
Ferrari hava vunnið óteljandi sigrar og heimsmeistaraskap hesi árini síðan tá.
Í 2007 varð italska Ferrari verksmiðjan kosin sum besta arbeiðspláss í Evropa, og árið eftir komu teir út við sínum størsta yvirskotið nakrantíð.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum