Ferrari tøkningur meldaður fyri sabotagu

Ferrari hevur meldað ein av teirru mest royndu og dugnaligu tøkniligu starvsfólkum Nigel Stepney til løgregluna, tí liðið hevur illgruna um, at Stepney hevur blandað okkurt í brennievnið hjá formil 1 bilum teirra í Monaco.

Í formil 1 koyringini á Monaco hevði Ferrari stórar trupulleikar við at fylgja við McLaren liðnum, og eftir koyringina fann liðið eitt pulvur í tangunum á bilum teirra. Í Ferrari eru tey sannførd um, at talan er um sabotagu, og liðið metur seg hava funnið syndaran, stjóran fyri avriks menning, Nigel Stepney. Liðið hevur meldað Stepney, ið sjálvur sigur seg vera ósekan.

Stepney var ein av teimum, ið fór frá Benneton liðnum til Ferrari miðskeiðis í 1990’unum, saman við stjørnukoyraranum Michael Schumacher, sniðgevanum Rory Byrne og taktikmeistaranum Ross Brawn. Hann hevur verið roknaður, sum ein sera týdningarmikil maður fyri góðu úrslitini hjá Ferrari, fyrst sum høvuðsmekanikari, og síðan sum leiðari fyri koyringar og royndarkoyringar. Men tað skilst, at Stepney var sera ónøgdur, at hann ikki fekk sessin sum tøkniligur stjóri, tá Ross Brawn fór frá í vetur. Hann vildi tí sleppa burturúr núverandi sáttmála við liðið. Men Ferrari noktaði honum at fara, og gitt verður, at Stepney hevur sabotera í hevnisøku.

Stepney kallar ákærurnar frá Ferrari fyri burturvið, og fyri at vera eina roynd hjá liðnum at sverta hann, tí hann vil burturúr sáttmála sínum.

Stepney gjørdist kendur í 2000, tá Michael Schumacher koyrdi á hann á veg úr pittinum í sponsku koyringini, eftir at maðurin, ið helt steðgiskeltinum lyfti ta ov tíðliga. Stepney fekk stóran liðbandsskaða í fótliðin.