Ferrari-sigur í Belgia

Kimi Raikkonen tryggjaði sunnudagin Ferrari fyrsta sigurin í Formel 1 hetta kappingarárið. Finnin byrjaði á sætta plássið, men hann koyrdi seg skjótt upp á næst fremsta plássið, meðan Jenson Button og Lewis Hamilton fóru út eftir samanstoyt. Hetta kostaði ein steðg í koyringini, og tá byrjað varð aftur, streyk Raikkonen fram um Giancarlo Fisichella, sum rættiliga óvæntað hevði tryggjað sær pole-position. Eftir koyringina í Belgia er Jenson Button framvegis trygt á odda við 76 stigum. Í liðkappingini er Brawn eisini hampuliga trygt á odda.